Køkuprýðingarkapping - børn

Í dag fara vit í kapping um í at prýða køkur. Øll fáa hvør sítt stykki av køku, og massar av litaðum glasuri og krymmel at prýða við. Øll sleppa at royna seg, og vit finna 3 vinnarar - ein fyri flottastu køku, ein fyri stuttligastu køku og ein fyri mest kreativu køkuna.

Royndirnar siga okkum, at tað verður ikki heilt lætt at finna vinnararnar, tí vanliga eru børnini serstakliga kreativ, og duga væl at fáa køkurnar at síggja gott út.

Onkur lítil vinningur verður til vinnararnar, og vinnararnir fáa eisini eitt diplom heim við:)

Vit eru spent at síggja allar køkurnar:)

Byrjar:
29.08.2025 - KL. 14:00
Endar:
29.08.2025 - KL. 16:00

Komandi tiltøk

28 august
2025
Rørslu- og spældagur
Hósdag er rørsla og spæl á skránni. Kanska vit gera yoga, kanska vit gera just dance ella kanska vit jonglerað ein bólt. Hvør veit, hvat vit í felag kunnu finna uppá, men í øllum førum fara vit at røra okkum og spæla
28 august
2025
Húsfundur fyri ung
Á húsfundinum tosa vit um, hvussu tað gongur. Vit taka praktisk ting upp og kunnað um komandi tiltøk ella verkætlanir. Eisini hava tit ungu her ein upplagdan møguleika at gera vart við ting, at koma við huskotum o.s.fr.
29 august
2025
Køkuprýðingarkapping - børn
Í dag fara vit í kapping um í at prýða køkur. Øll fáa hvør sítt stykki av køku, og massar av litaðum glasuri og krymmel at prýða við. Øll sleppa at royna seg, og vit finna 3 vinnarar - ein fyri flottastu køku, ein fyri stuttligastu køku og ein fyri mest kreativu køkuna. Royndirnar siga okkum, at ta…